Sera nógv fólk var í gjár komið saman í Miðlatúni í Vági, har úrslitið av arkitektakapping um nýggjan skúlabygning til Ítróttaháskúlan skuldi kunngerast.
Erhard Joensen, stýrisformaður, beyð vælkomin og segði nøkur orð um, hvussu kappingin var skipað. Síðani kunngjørdi hann úrslitið.
Vinnandi uppskotið áttu MAP Arkitektar og fingu harvið virðisløn á 220.000 krónur.
Á 2. plássi plássi var Henning Larsen North Atlantic, ið fingu virðisløn á 150.000 krónur.
á 3. plássi vóru Brim Arkitektar, ið fingu virðisløn á 130.000 krónur.
Síðani varð boðið inn í bókasavnshølini í Miðlatúni, har høvi var at síggja innkomnu uppskotini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
2. pláss
##med8##
##med9##
##med10##
3.pláss
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##



























