NSÍ slapp snikkaleyst úr Europa kjalarvørrinum

Hóast EB/Streymur var tætt við at vinna stig í Runavík, so kendu gestirnir ikki sína vitjunartíð, og nú er NSÍ av álvara á FM kós

NSÍ liðformaðurin Petur Knudsen skoraði við brotssparki, og nú er hann ovast á máltindinum við 8 málum

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Runavík. Máltalvan vísir 4-2, og tað er bæði lætti og sera stórur fagnaður í heimaleguni, meðan teir í EB/Streyma leguni hanga við høvdinum.

 

NSÍ sigurin ber við sær, at NSÍ nú er seks stig undan KÍ, sum er næsti avbjóðarin. Í annaðkvøld fara klaksvíkingar suður á Argir.

 

At tað er serligur lætti í NSÍ leguni kemst av, at heimamenninir og størstu FM favorittarnir stóran part av seinna hálvleiki vóru illa kroystir. EB/Streymur er í vanda fyri at flyta niður, og EB/Streymaspælararnir tevjaðu av álvara blóð í seinna hálvleiki.

 

Sum tíðin leið, sást tað væl, at NSÍ liðið hóskvøldið var í europeiskari uppgávu. Teir gulu og svørtu vórðu alt meiri moyrir, og tað bar við sær, at mótstøðumenninir vunnu nógvar nærdystir og ofta vóru skjótari í renningunum.

 

Tað reið av álvara um snarið, inntil klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina. EB/Streymur spenti álopsbogan, og so var tað, at innskifti Klæmint A. Olsen lyfti bóltin upp um málverjan og so var 4-2 og stórur lætti millum FM favorittarnar.

 

Serliga fyrra partin av fyrra hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at talan fór at verða um stóran spenning. Petur Knudsen átti uppleggið, tá ið Marius Kryger Lindh beinanvegin legði heimaliðið á odda, og áðrenn hálvleikurin var hálvrunnin, var tað Sammy Skytte, sum aftur í dag var fremsti maður, sum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Beinir Nolsøe, og so var 2-0.

 

Beinanvegin eftir steðgin sást, at EB/Streymur var ágangandi, og í 63. minutti var tað eyðsýndi miðvallarin Kristian Svabo Eliasen, sum við langskoti minkaði um munin til 2-1. Og alt meðan gestirnir pressaðu og spældu seg til møguleikar og fleiri ferðir vóru tætt við at javna, so økti NSÍ um munin til 3-1. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Petur Knudsen setti í netið og so var 3-1.

 

Tá var eitt stórt korter eftir, og tríggjar minuttir seinni var aftur spenningur í. Kristian Svabo Eliasen sendi við langskoti bóltin í stólpan, og Meinhard Geyti var fyrstur á returbóltinum og so var 3-2. EB/Streymur skifti Andras Ó. Olsen inn í álopið, og tað vóru spentar støður í heimabrotsteiginum, og so var tað, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti Klæmint A. Olsen staðfesti 4-2 heimasigurin, sum ber við sær, at NSÍ er greitt oddalið og harvið FM favorittur.

 

Í EB/Streymi iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at styrkja um støðuna í kappingini um at sleppa undan at flyta niður. Tað hava teir alla orsøk til, tí tað vóru nógvar støður og fleiri møguleikar at skora fleiri mál.

 

NSÍ liðformaðurin Petur Knudsen skoraði við brotssparki, og nú er hann ovast á máltindinum við 8 málum