Nú er NSÍ longri frá niðurflytingini

1. DEILD: Heimasigurin í Runavík í dag ber við sær, at tað eru HB og FC Hoyvík, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingarplássi

Tað endaði við 4-1 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

 

Úrslitið ber við sær, at NSÍ – í fyrstu atløgu í hvussu so er – er leyst av hóttanini av niðurflyting. NSÍ hevur 22 stig og er á sjeynda plássi. HB er undir niðurflytingarstrikuni við 17 stigum, og EB/Streymur er aftast við sjey stigum.

 

Spenningurin um plássið undir strikuni stendur millum HB og FC Hoyvík, sum hevur 19 stig.

 

Um eina viku hittast HB og FC Hoyvík í Gundadali.

 

Í dag legði HB seg á odda beinanvegin. Málskjútti var Silas Joensen, og uppleggið átti Jógvan í Skála. Hetta var triðja málið hjá Silasi Joensen í 1. deild í ár.

 

NSÍ svaraði beinanvegin aftur. Tað var Ragnar Steinhólm, sum javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá 21 ára gamla Ragnari Steinhólm í næstbestu deildini í ár. Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið Jonn Mortensen legði NSÍ framum 2-1. Hann hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár.

 

Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men so koppaði tað heimaliðnum til fyrimunar. NSÍ økti um munin til 3-1, tá ið eitt stórt korter var eftir, og tíggju minuttir undan leikloki varð 4-1 heimasigurin staðfestur.

 

Málskjúttar vóru Markus Klein Danielsen og innskifti Áron Høj. Markus hevur skorað tvey mál í ár, og hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini hjá Áron í ár. Næsti dystur hjá NSÍ verður leygardagin um eina viku á útivølli ímóti FC Suðuroy.