Í morgun klipti Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, snórin, tá tógvhandilin Navia lat upp handil í gamla handilsbygninginum hjá Andreasi í Vágsbotni, sum frammanundan hevur hýst handilsvirkseminum hjá Zachariasi Heinsen, Andreas Lützen og hjá kongliga einahandlinum – og fyri ta tíð eisini virksemi hjá danska handilsmanninum Ryberg, sum hevði sítt smuglaravirksemið í Vágsbotni í nøkur ár frá umleið 1770 og frameftir.
Danski handilsmaðurin Ryberg fekst við at smugla vørur til Onglands, sum vórðu keyptar úr India, Norðuramerika og Vestindisku oyggjunum og løgdu vørurnar upp á Man. Men tá hertugin á Man steðgaði hesum virksemi í 1765, mátti hann finna upp á ráð, og ráðini vóru at skipa hetta smuglaravirksemi úr Føroyum.
Seinni tók kongiligi einahandilin yvir handilsbygningarnar í Vágsbotni. Men eftir fríhandilin í 1856 keypti gamli Restorff handilin, sum helt fram í Vágsbotni til hann fór á húsagang í 1927. Tá keypti versonur Andreas Restorff, Zacharias Heinensen, sum eisini var handilsmaður, handilsbygningarnar og flutti handil sín úr Bringsnagøtu oman í Vágsbotn. Seinni tók William Heinsen yvir handilin, sum fór av knóranum í 1953. Tá keypti handilsvirkið Valdemar Lützen bygningar. Men Andreas í Vágsbotni helt tá fram við handilsvirkseminum, sum var í hesum bygninginum, meðan lítli Valdemar, sonur Mogens Lützen, fór undir handilsvirksemi í eystara bygninginum, nú Miðlahúsinum.
Soleiðis kunnu vit siga, at á fyrsta sinni síðani 1856, eru tað onnur fólk enn tey í Restorff-familjuni, sum handla í hesum gamla handilsbygningi, sum í morgun lat upp sum Navia.
##med2##
##med3##
##med4##
Við Sosialin herfyri segði Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, soleliðs:
- Í fyrstani, tá vit fingu lyklarnar til handilin, kendist alt eitt sindur fremmant, men tað gekk bara ein stutt tíð, so gjørdust vit ógvuliga góð við bygningin, sigur stjórin í Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum viðgongur, at tey eru ógvuliga glað fyri, at tey valdu at gera hesa íløgu í hugnaliga umhvørvinum í Vágsbotni
Tað var í endanum av august í fjør, at Føroya størsti ullavøruhandil, sum er Navia á Toftum, keypti gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni við yvirtøkudegi, sum var hin 10. september í 2024.
Tá hevði gamli handilin í Vágsbotni, sum læt upp 30. november í 1953, verið stongdur síðan hin 31. mars í 2021.
Tey seinastu, sum róku handillin við dóttir Andreasi, Jónu Restorff Holm á odda, hava fortalt, at fyrsta parið av hvítbotnaðum gummiskóm varð selt hjá Zacharasi Heinesen longu hin 27. november í 1927 – ella fyri næstan hundað árum síðan.
Og hetta parið fór fyri seks krónur!
Eftir at Andreas Restorff Jacobsen byrjaði at handla í 1953, var hetta í fyrsta lagi ein matvøruhandil. Tá vóru ringar tíðir í Føroyum, men við nógvum arbeiði fingu tey tað at bera til, soleiðis at handilin var virkin øll árini fram til 2021.
Í 1974 varð saðlað um frá at vera matvøruhandil til at gerast ein handil, sum meira legði seg eftir sjóklæðum, yviralsklæðum, stivlum og ymiskum øðrum klædnapløggum.
##med5##
##med6##
Sum árini gingu, og ferðavinnan í Føroyum mentist, samstundis sum fleiri og fleiri útlendsk ferðafólk komu til Føroya, varð vøruútboðið í handlinum eisini tillagað.
Ein stórur partur av útboðnum gjørdist nú bundin pløgg, serliga troyggjur og ymiskt annað, mest frá føroyskum veitarum, og her kundi tú keypa blusur og annað við føroyskum motivum ella áskrift og smærri prýðislutir – eisini við føroyskum motivum.
Øll árini vóru hvítbotnaðir og svartir gummiskógvar ein partur av útboðnum í Vágsbotni.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
Lesið meira við at trýsta her.