Løgreglan í Grønlandi óttast, at ein persónur er dottin ígjøgnum ísin á einum kavaskutara nærhendis Uummannaq í vesturgrønlandi.
Løgreglan skrivar á Facebook, at bjargingarátak varð sett í verk hósdagin klokkan hálvgum átta eftir fráboðan um, at ein kavaskutari kann vera farin ígjøgnum ísin.
Men eingin varð funnin, og tí biður løgreglan nú borgarar um hjálp.
- Løgreglan í Uummannaq heitir hervið á borgarar um hjálp, um tit sakna ein persón ella vita um ein persón, sum ikki er komin heimaftur, ella er saknaður, um at venda sær til vaktarmiðstøðina hjá løgregluni á tlf. 701448.
- Hetta kemst av, at tey framvegis ikki hava fingið samband við ella vorðin varug við ein møguligan saknaðan persón, sum koyrdi kavaskutara á ísinum, hvørki úr Uummannaq ella úr niðursetubygdunum við Uummannaq, skrivar løgreglan.
Bæði lokala sløkkiliðið og lokalir borgarar vóru við í bjargingararbeiðinum.
/Ritzau/