Nýggi leiðarn í Irani lovar hevnd fyri deyða pápans

Irans ovasti leiðari, Mojtaba Khamenei, lovar hevnd fyri deyða pápa sín og undangongumann, Ali Khamenei

Ein maður heldur uppi einari mynd av Irans ovasta leiðara, Mojtaba Khamenei, og deyða pápa hansara, Ali Khamenei, undir einari jarðarferð í Iran 9. juli. Mynd: Alkis Konstantinidis/Reuters

Tað skrivar Reuters við støði í einari skrivligari fráboðan, sum er løgd út á boðtænastuni Telegram.

 

Í fráboðanini sigur hann, at iranska tjóðin krevur hevnd, og at hon uttan iva fer at verða framd.

 

– Vit lova at hevna blóðið hjá deyða leiðaranum og øllum pínslaváttunum úr hesum báðum kríggjunum, sum lógleysir og vanærandi mordarar hava ført, skrivar Mojtaba Khamenei.

 

Útmeldingin kemur, meðan fleiri jarðarferðarhald hava verið fyri Ali Khamenei í vikuni.

 

Mojtaba Khamenei hevur enn ikki víst seg alment, síðani hann fyrr í ár gjørdist ovasti leiðari í Iran. Miðlar hava skrivað, at hann varð álvarsliga særdur í álopinum, sum drap pápa hansara.

 

Fyrstu ferð hann alment boðaði frá sær var í mars, tá hann eisini lovaði hevnd fyri álopini á “iransku pínslaváttarnar”.

 

Fleiri í Khamenei-familjuni og fleiri høgtstandandi iranskir embætismenn, millum annað úr herinum, eru eisini dripnir í amerikonskum og ísraelskum álopum.

 

Ali Khamenei varð dripin 28. februar í fyrstu bylgjuni av amerikonskum og ísraelskum álopum í krígnum. Hann varð 86 ára gamal og varð jarðaður í heimstaði sínum, Mashhad, fríggjadagin.

 

Undir jarðarferðini hava fleiri túsund iranar rópt deyða yvir amerikanska forsetan, Donald Trump. Eisini hava stórir bannarar við orðunum “Kill Donald Trump” verið at síggja.

 

Trump svaraði leygarmorgunin aftur á teimum hóttanunum, sum amerikanskir miðlar hava skrivað um.

 

– Túsund rakettir eru klárar og vendar móti Islamska Lýðveldinum Iran, og túsundtals afturat fara beinanvegin avstað, um iranska stjórnin roynir at drepa ella fremur álop á sitandi forsetan í USA – í hesum føri meg, skrivaði Trump á Truth Social.

 

Ein maður heldur uppi einari mynd av Irans ovasta leiðara, Mojtaba Khamenei, og deyða pápa hansara, Ali Khamenei, undir einari jarðarferð í Iran 9. juli. Mynd: Alkis Konstantinidis/Reuters