Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, handar Sonna Johansen, útróðrarmanni, blómutyssu og ynskir vegna kommununa eigarunum tillukku við nýggja bátinum

Nýggjur útróðrarbátur við egningarmaskinu

- Egningarmaskina, pavnur og ymisk útgerð skal riggast til, áðrenn farast kann fyrsta túrin, og 3-4 mans verða við bátinum

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, handar Sonna Johansen, útróðrarmanni, blómutyssu og ynskir vegna kommununa eigarunum tillukku við nýggja bátinum

Ein nýggjur útróðrarbátur er komin til Strendur, og hetta er báturin við navninum Maru, sum er bygdur í Litava og er av slagnum, Seigur. 

 

- Tað er felagið Aron, ið er skrásett á Strondum, sum eigur og skal reka bátin, verður sagt í Sjóvar kommunu.

 

Víst verður á, at Maru er 12,4 metrar langur, 4,5 metrar breiður og lastar 25.000 pund.

 

- Motorurin er ein 294 KW Scania. Báturin hevur síðuskrúvu aftan og framman og er sterkt bygdur, verður sagt.

 

Enn er ymiskt, sum skal gerast, áðrenn báturin kann loysa og fara í vinnu.

 

- Egningarmaskina, pavnur og ymisk útgerð skal riggast til, áðrenn farast kann fyrsta túrin - um ein mánað ella so.

 

Lagt verur aftrat, at 3-4 mans verða við bátinum, og í Sjóvar kommunu verður ynskt eigarunum tillukku og góða eydnu.

 

Á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir av nýggja útróðrarbátinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, handar Sonna Johansen, útróðrarmanni, blómutyssu og ynskir vegna kommununa eigarunum tillukku við nýggja bátinum

Maru er 12,4 metrar langur, 4,5 metrar breiður og lastar 25.000 pund