Fleiri av tingfólkunum, sum hósdagin atkvøddu fyri lógini um fría fosturtøku í Løgtinginum, fingu í gjárkvøldið hóttanir sendandi umvegis sosialar miðlar.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
– Tað vísir seg, at tað er ein og sami persónur, sum er búsitandi í Danmark, sum hevur sent somu hóttan til fleiri politikarar. Mynstrið vísir seg, at tað eru politikarar, sum atkvøddu fyri málinum um fría fosturtøku, sigur vaktleiðarin.
Hann sigur, at teir hava kannað persónin í skipanum, sum teir kunnu sláa upp í, og talan er ikki um ein føroying, men um ein persón, sum hevur "mentalar avbjóðingar", sigur vaktleiðarin, sum ikki fær greinað nærri, hvat tað merkir.
– Vit eru enn í kanningarfasuni í málinum og arbeiða víðari. Hetta verður sjálvandi tikið í størsta álvara, sigur vaktleiðarin.
Hann sigur, at tey hava verið í sambandi við politisku flokkarnar og forfólkini og biðið tey um at siga frá, so løgreglan fær øll hesini boðini skrásett.
– Hetta snýr seg jú um fólkaræði, talufrælsi og um Løgtingið, so tað skal takast í fullum álvara, sigur hann.
Løgreglan arbeiðir víðari við málinum.
Annars hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni. Nakað av fólki var í býnum í nátt, sigur vaktleiðarin, men har var friðarligt.
Hesi atkvøddu fyri uppskotinum um fría fosturtøku:
##med2##
##med3##













