Rendi á listaverkið í Eysturoyartunlinum

Í gjár stutt fyri klokkan 14 varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Eysturoyartunlinum, og tunnilin varð alt fyri eitt stongdur

Tað skapti beinanvegin stórar bíðirøðir uttan fyri tunnilsmunnarnarn, tá tunnilin í gjár varð stongdur í sambandi við ferðsluóhapp í tunlinum. Løgreglan ger alt fyri at slíkar røðir ikki skulu skapast inni í tunlinum Mynd: Dávur Winther

Tað var fyri at tryggja sær, at bilar ikki skulu fara at standa í kø inni í tunlinum, at tunnilin varð stongdur alt fyri eitt, tá boðað varð frá einum ferðsluóhappi í sjálvari rundkoyringini.

– Talan var um tað sum vit kalla eitt soloóhapp, har bara ein bilur er uppií, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

Tað var ein bilur, sum rendi á listaverkið hjá Tróndi Patursson í rundkoyringini. Sambært vaktleiðaranum, so var tó eingin fólkaskaði. Men tunnilin var stongdur eina góða løtu, í ein til hálvan annan tíma.

Júst hví ferðslóhappið hendi, vita tey á politistøðini ikki at siga enn, men førarin, sum var einsamallur í bilinum, var ikki ávirkaður. Hetta verður nú kannað víðari.

Tað er hent áður, at bilur hevur rent á listarverkið í rundkoyringini – og Tróndur Patursson hevur áður verið niðri í tunlinum og umvælt listarverkið.