Í kvøld klokkan 18.30 spælir KÍ fyrra røkk støkk dystin móti lettiska liðnum, Riga FC um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League.
Hesaferð spælir KÍ á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Hóast heimavøll, og hóast mongu góða evropeisku avrikini hjá KÍ á vøllinum við Djúpumýru, so hevur Riga FC favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 3,26 og 3,81.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,84.
Oddsini upp á útisigur til Riga FC liggja millum 1,85 og 2,03.
HER eru oddsini:
##med2##












