Í nátt eru fimm fólk særd í russiskum álopum á býin Sumy í Ukraina, veit guvernørurin í økinum, Oleh Hryhorov, at siga.
Hetta skrivar guvernørurin á boðtænastuni, Telegram, og tað er Reuters, sum endurgevur.
Lagt verður aftat, at íbúðarøkir eisini eru rakt í russiska bumbuálopinum í Sumy í nátt.
Sambært russiskum myndugleikum eru seks fólk dripin í ukrainskum dronuálopum í Russlandi.
Lokalir myndugleikar í Russlandi siga, at ukrainska dronuálopið rakti býin, Belgorod, og tað er Reuters, sum endurgevur.
Virkandi guvernørurin í Belgorod-regiónini, Alexander Shuvayev, hevur áður sagt, at trý fólk eisini vórðu dripin í ukrainskum álopum sunnunáttina.
- Umframt tey deyðu, eru 25 fólk særd í ukrainsku álopunum, harav tvey børn, leggur virkandi guvernørurin aftrat.











