Tað endaði við 5-2 heimasigri, tá ið B71 í dag hevði vitjan av uppflytarunum í FC Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Hetta var ársins triði sigur hjá sandoyingum, og hetta var triðja ferðin á rað, at teir í B71 fóru av vøllinum við fullari úrtøku. Eftir tvey tap og síðani tríggjar sigrar eru sandoyingar nú á triðja plássi við níggju stigum.
Uppflytararnir í FC Hoyvík hava tey trý stigini, sum teir í fyrsta umfari vunnu í 4-3 sigrinum í Runavík. FC Hoyvík eigur útsettan dyst á heimavølli ímóti TB.
Tey trý B71 málini í fyrra hálvleiki skoraðu Jens Olsen, Lucas Ørneborg og Tobias Koktvedgaard.
Áðrenn ein tími var farin, varð tað av álvara spenningur í. Rói Jacobsen minkaði um munin til 3-1, og Andreas Nolsøe minkaði um munin til 3-2.
Men B71 kom undan trýstinum, tí eftir lítlari løtu, tá ið tað restaði eitt korter, skoraðu Lucas Ørneborg og Jonathan Nielsen og so var 5-2. Lucas Ørneborg er toppskjútti í deildini við sjey málum, og hetta var onnur ferðin á rað, at hann var tvífaldur málskjútti.
Annan sunnudag fer B71 at spæla í Gundadali ímóti HB, og FC Hoyvík fer at spæla í Gundadali ímóti B36.











