Semingsstovnurin er boðsendur

Semingsstovnurin hevur heitt á partarnar um sjálvbodnar at leingja sáttmálan fram til fríggjadagin, hin 24. apríl á midnátt

- Semingsstovnurin er nú boðsendur í sáttmálasamráðingunum millum manningarfeløg og Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip.

 

Tað veit heimasíðan hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga.

 

Hin 19. mars handaðu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag hvørjum øðrum krøvini um nýggjan sáttmála fyri ymisku fiskiskipabólkarnar.

 

- Longu hin 9. apríl sendi Føroya Reiðarafelag boð eftir semingsstovninum. 

 

Á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður sagt, at tveir fundir fyrst vóru millum partarnar, ávikavist hin 21. mars og hin 8. apríl. 

 

- Tað var Føroya Reiðarafelag sum tók stig til at senda boð eftir semingsstovninum, sigur felagið hjá navigatørunum.

 

Lagt verður aftrat, at semingsstovnurin síðan hevur heitt á partarnar um sjálvbodnar at leingja sáttmálan fram til fríggjadagin, hin 24. apríl á midnátt.