Skuldsettur í Nuussuaq verður sitandi í varðhaldi

Í byrjanini av juli varð ein 26 ára gamal maður skuldsettur fyri drápsroynd fyri eina ógvusliga hending í grønlendska býnum, Nuussuaq

Maðurin hevur síðan verið afturhildin, og týsdagin í hesi vikuni avgjørdi Sermersooq Kredsret, at maðurin framvegis skal vera sitandi í varðhaldi.

 

Sambært Sermistiaq er í løtuni óvist, hvør skuldsetingin er, og tí veit heimasíðan ikki at siga, um málið framvegis snýr seg um eitt drápsmál.

 

Hin 26 ára gaml skal fyribils sita í varðhaldi í fýra vikur aftrat.

 

Talan er um eina ógvusliga hending, sum fór fram í Nuussuaq hin 6. juli í ár.

 

Sermitsiaq veit at siga, at eftir eitt harðskapsmál varð ein 27 ára gamal maður fluttur á sjúkrahús. Maðurin doyði stutt eftir av løstum, hann hevði fingið.

 

Eftir eina grundlógaravhoyring hin 7. juli varð hin 26 ára gamli varðhaldsfongslaður, og nú skal hann so sita í fyribils fýra vikur aftrat.

 

Tað hevur ikki eydnast Sermitsiaq at fáa at vita, um skuldsetingin móti tí varðhaldsfongslaða er broytt.

 

Við atliti til kanningararbeiðið, vil Grønlands Politi ikki upplýsa, um skuldsetingin móti hinum 26 ára gamla er.