Spæl, læring og burðardygd fyri alla familjuna

Bygg eitt skordýrahotell, lær meira um kompost og umvæl títt gamla leikutoy. Hetta verða nøkur av ítrivunum, tá Norðurlandahúsið bjóðar inn til familjudag í Umhvørvisvikuni 3. mai kl. 13-17.30.

Familjudagurin í Norðurlandahúsinum bjóðar upp á ókeypis støkk-inn verkstovur fyri børn við sínum vaksnum. Verkstovur, har børn bæði kunnu vera kreativ og gerast klókari um náttúru, endurnýtslu og burðardygd.

 

Á snikkaraverkstovuni kanst tú byggja eitt skordýrahotell, í komposthúsinum fáa innlit í, hvussu eitt livandi økosystem virkar, og á umvælingarverkstovuni geva gomlum, mekaniskum leikutoyum nýtt lív.

 

Harumframt verða barnavinaligar rundvísingar runt um húsið, og dagurin endar við Oscar-virðislønta teknifilminum Flow.

 

Dyrnar lata upp kl. 12.00.

 

Sí alla skránna á nlh.fo

 

##med2##