Myndir: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Støðan hjá Haraldi kongi framvegis sera álvarslig

Heilsustøðan hjá Haraldi kongi er framvegis sera álvarslig. Norska kongshúsið hevur tó ikki boðað frá, at støðan er versnað, eftir at støðan hóskvøldið varð søgd at vera óbroytt.

Myndir: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Haraldur kongur hevur verið innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo síðan 17. august. Í gjár boðaði norska kongshúsið frá, at heilsustøða hansara var versnað og var vorðin sera álvarslig.

 

Seinni sama dag kom ein nýggj fráboðan um, at støðan var óbroytt. Tað merkir, at heilsustøðan framvegis verður mett at vera sera álvarslig, men tað er ikki staðfest, at støðan er versnað enn meira.

 

Hin 89 ára gamli kongurin hevur undir innleggingini fingið viðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi. Sjúkan hevur við sær, at reyðu blóðlikamini verða niðurbrotin skjótari, enn kroppurin megnar at framleiða nýggj.

 

Haraldur kongur hevur eisini fingið antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Kongshúsið upplýsti fyrr í vikuni, at hann hevði responderað upp á viðgerðina, men hósmorgunin varð boðað frá, at samlaða heilsustøðan var versnað.

 

Nærmasta familjan var hósdagin savnað á Rikshospitalinum. Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa vóru millum tey, sum vitjaðu kongin.

 

Fleiri norsk embætisfólk hava samstundis brotið uttanlandsferðir av og eru farin aftur til Noregs. Millum teirra eru norski forsætisráðharrin og stórtingsformaðurin. Eisini norsku biskuparnir og limir í uttanríkis- og verjunevndini hjá Stórtinginum hava broytt sínar ætlanir.

 

Haakon krúnprinsur røkir í løtuni uppgávurnar sum ríkisstjóri, meðan kongurin er sjúkrameldaður.

 

Túsundtals norðmenn hava verið á Slottsplassen í Oslo, har fólk hava lagt blómur, kort og heilsanir. Hóskvøldið sungu fólk eisini norska tjóðsangin fyri konginum.

 

Eingin almenn fráboðan er komin um, at Haraldur kongur er doyggjandi. Men orðingin hjá kongshúsinum og tær mongu broytingarnar í almennu skránni vísa, at støðan verður tikin í størsta álvara.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

Myndir: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix