Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at tað er ikki vist, at hann vil leingja fyribils vápnahvíldina millum USA og Iran, um samráðingarnar ikki føra til eina avtalu innan mikudagin.
- Kanska vil eg ikki leingja hana. So er aftur stongsul, og tíverri noyðast vit at byrja at sleppa bumbur aftur, segði hann umborð á Air Force One-flogfarinum tíðliga í morgun, okkara tíð.
Donald Trump endurtók eisini, at USA vil hava fatur í ríkaða iranska uraninum - á ein ella annað hátt, sum hann tók til, og hann ávaraði um, at hetta kann fara at henda upp á ein keðiligan máta, um samráðingarnar miseydnast.
- Vit skulu hava tað - líkamikið, legði amerikanski forsetin aftrat.
Lesið eisini:
USA fær ikki ríkaða uranið hjá Iran
https://www.in.fo/news-detail/iran-visir-aftur-at-usa-faer-rikada-uranid-sum-landid-eigur











