Fólkini eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kg av kokaini til Føroya og eisini fyri at hava selt størstapartin av hesum í Føroyum.
Handtøkurnar í gjárkvøldið eru eitt úrslit av einum skipaðum og miðvísum arbeiði hjá politinum seinastu mánaðirnar.
Talan er um eina kvinnu og tveir menn, sum øll eru í tjúgunum og búsitandi í Føroyum.
Fólkini vera mett at hava ein stóran leiklut í føroyska rúsevnisumhvørvinum.
Tey handtiknu verða framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag kl. 10.











