U15-landsliðið tapti eisini seinna dystin móti Íslandi

Í dag vóru sjey mál á muni

Mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

- U15-menn: Ísland aftur munin

 

Hóast Føroyar vóru omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, so vóru tað íslendingar, sum eisini vunnu seinna vinardystin landanna millum á Eiði í dag. Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

 

Føroyar vóru omaná fyrstu 25 minuttirnar, men høvdu eina misjavna løtu seinastu 5 minuttirnar fyri hálvleik, og vóra tað tískil íslendingar, sum vóru frammanfyri 15-12 við steðgin. Dysturin var ferðmikil og var tað aftur Baldur Bartalsson, sum var serliga eyðsýndur í føroyska álopinum. Eins og í gjár gjørdi hann 6 mál í dystinum. Eisini høvdu føroysku málverjarnir fleiri bjargingar í mun til í gjár, har tað serliga var Finnur Eiri Clementsen, sum var eyðsýndur í fyrra hálvleiki. Ísland var drúgvari í seinna hálvleiki, har okkara høvdu heldur nógvar villir og brendar møguleikar í løtum. Munurin vaks nakað, áðrenn hann síðani minkaði aftur móti dystarlokið til 31-24. Skrivar HSF. 

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Baldur Bartalsson 6

 

Rókur Reginsson 4

 

Róin Tjørná 3

 

Dánjal Peturson Djurhuus 2

 

Baldur Paulason 2

 

Heðin Mukwata Niclasen 2

 

Kevin Bech Fries 1

 

Jacob Slættalíð 1

 

Palli Petersen 1

 

Teitur Rógvason 1

 

Nikolas Nónklett 1

 

Mynd: HSF