Í Svendborg Arena leiktu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG mikukvøldið javnleik 28-28 móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister í bólki B í Champions League. Útiliðið javnaði til 28-28 við bert fimm sekundum eftir á klokkuni. Tað var eitt vónbrot fyri GOG, ið var á odda 15-11 í steðginum.
GOG er nummar fimm í bólki B við níggju stigum, og teir kunnu í ringasta føri enda á einum sætta plássi í bólkinum. GOG hevur sostatt vunnið seg víðari til Play Off umfarið.
Óli var toppskjútti hjá GOG við sjey málum, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum sæst Óli skjóta tvey góð mál:
##med2##











