VIDEO: Messi skoraði sigursmálið hjá Inter Miami (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Inter Miami-Porto 2-1 (0-1)

So hevur argentinski stórleikarin, Lionel Messi stemplað inn til HM-endaspælið fyri felagslið í USA.

 

Frammanfyri 31.783 áskoðarum á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia - pláss er fyri 71.000 - vann Inter Miami í innleiðandi bólki A 2-1 á Porto.

 

Messi skoraði sigursmálið við einum frálíkum frísparksmáli í 54. minutti. Talan var um frísparksmál nummar 68 í yrkisleiðini hjá Lionel Messi. 

 

Í sama bólki vann brasilska, Palmeiras fyrr í dag 2-0 á egyptiska liðnum, Al Ahly á MetLife leikvøllinum Í East Rutherford í New Jersey. Heili 47.400 tóm setur vóru til dystin. Áskoðaraliga hevur hetta HM-endaspælið higartil verið eitt prestisjutap fyri altjóða fótbóltssambandið, FIFA. 

 

Inter Miami FC-Porto 2-1 (0-1)

0-1 Samu Omorodion, br. ('8 )

1-1 Telasco Segovia ('47 )

2-1 Lionel Messi ('54 )

 

Palmeiras-Al-Ahly 2-0 (0-0)

1-0 sjálvmál

2-0 Jose Manuel Lopez ('59 )

 

Palmeiras og Inter Miami hava fýra stig hvør. Porto og Al-Ahly hava eitt stig hvør. 

 

Týsmorgun klokkan tvey spæla Inter Miami og Palmeiras. Somu klokkutíð spæla Porto og Al-Ahly. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Inter Miami vann 2-1 á Porto:

 

##med2##