Hugskotið við Spinnarínum byrjaði úti á rættini, tá Jacob Martin Debes klipti seyðin. Ein kona úr Niðurlondum spurdi hví ullin ikki bleiv brúkt, og hetta er nakað sum tey ofta hoyra útlendingar siga. Konan úr Niðurlondum vildi gjarna gera okkurt við ullina í samstarvi við bøndur, men tað var trupult at fáa nakran við í ætlanina.
- Øll eru góð við ullina, men tað er trupult at fáa fólk at virka ullina. Vit tosaðu nógv um, at tað átti at borið til. Eg fór at leitaði eftir møguleikum, og kom fram til mikrospinnarí, sigur Rebekka á Fjallinum.
Rebekka á Fjallinum og Jacob Martin Debes gjørdu av at byrja spinnaríið stutt eftir at Sandoyartunnilin lat upp. Tey fingu at vita at bíðitíðin at fáa maskinurnar var tvey ár, men tað vísti seg at brúktar maskinur vóru tøkar, og hetta vóru maskinur sum vóru brúktar í heilt stutta tíð. Tey fingu tvær vikur at gera av um tey vildu keypa maskinurnar, og endin var at tey keyptu.
- vit søgdu bara ja, vit ánaðu ikki um kláraðu hetta, men vit noyddust at taka av.
##med2##
Føroyska ullin hevur borðið orð fyri at skriða, prika og vera úr vánaligari dygd. Rebekka á Fjallinum heldur, at verður ullin virkað rætt, fæst gott úrslit burturúr. Tey hava lært nógv um at virka ull hesa tíðina tey hava rikið spinnaríið.
- Vit droyma um ull eisini, men vit hava framvegis nógv at læra, sigur Jacob Martin Debes.
Jacob Martin Debes roytir á hvørjum ári, og tí er hann ikki ókunnugur við seyðaull. Ullin er ógvuliga ólík runt landið, eitt nú er broddurin ymiskur. Munurin á dygdini vísir seg, tá spunnið verður. Hetta er síðsta lið í framleiðsluni, og tí kann nógv ull vera virkað, áðrenn tey varnast, at ullin ikki er tann besta.
- Vit fara helst at duga betur at skyna á, um ullin er góð og finna útav, hvør hevur góða ull, og leggja okkum eftir teimum bóndunum.
Kuldi og ráliga luftin í rúminum kann eisini ávirka.
- Vit royndu okkum fram og sóu at vøran var góð. Vissi tú vaskar og spinnur í smáum, og ikki sendur ullina av landinum til eitt stórt vaskaríið, soleiðis sum føroyingar hava gjørt við ullina í fleiri ár, so fæst gott úrslit burturúr. Vit hava brúkt nakað av tíð at læra okkum at brúka maskinurnar, men tað fyrsta vit løgdu merki til var at vøran riggaði.
##med3##
Kundar lata væl at tónum. Teir siga, at tað er bæði bleytt og mjúkt. Tá tey høvdu keypt maskinurnar, fingu tey at vita, at tað fór ikki at bera til at selja 100 gram av tógvi undir 150 krónur, ella 1500 krónur fyri kilo, tí maskinurnar klára ikki at framleiða til ein bíligari penga.
- Tá tú kemur inn sær, hvussu nógv tað krevur at framleiða eitt kilo av tógvi, tá skilir tú prísin. Prísurin er eitt sindur hægri enn hjá teimum, sum vit kappast ímóti, men í veruleikanum vita vit ikki heilt, hvørjum vit kappast ímóti, tí vit eru tey einastu sum gera júst hetta.
Fleiri av kundunum eru útlendingar, og teir spyrja ikki um prís, fyri tey hevur tað størst týdning at ogna sær tógv úr føroyskari ull.
Frá ull til tógv
Maskinurnar komu á sumri í fjør, og í februar fór framleiðslan av álvara í gongd. Tvey fólk eru sett í starv afturat teimum báðum.
Ullin verður keypt frá Búnaðarstovuni. Ullin er sortera í fyrsta flokk, og fæst í fimm litum, svart, myrkagrátt, morreytt, ljósagrátt og hvítt. Ullin verður koyrd í trumluna, sum reinsar sand, mosa og annað, og tað er nógv sum kemur á ullina, tí seyðurin gongur leysur. Síðani verður ullin vaskað. Vaskað verður við 85 stigum. Tá ullin er vaskað verður hon turkað, og broddurin tikin burturúr.
- Tað hevur týdning at einki fer vekk. Vit taka broddin burturúr og gera eina vøru burturúr ullini við broddi, og aðra við ull uttan brodd, og hesar kunnu eisini blandast saman.
Ull við broddið verður eitt nú brúkt til broddatógv, skipstroyggjutógv og teppatógv. Ullin verður karðað nakrar ferðir, og tynt, áðrenn hon verður spunnin. Alt verður spunnið til eitt tráða tógv og síðani verður tvinnað til 2, 3, og 4 tráða tógv. Til seinast verður allur tráðurin dampaður.
- So hetta er ikki ein skjót tilgongd.
##med4##
Á Spinnarínum spinna tey eisini tógv fyri aðrar bøndur.
Um summarið skipa tey fyri túrum á spinnarínum. Farið verður í konteynaran at síggja ull goymsluna, eitt sindur av broddi verður tikin, og síðani verður víst runt. Túrurin tekur ein tíma, og tað er stórur áhugi. Skúlaflokkar, heimavirkisfeløg, bindiklubbar og onnur hava vitja, eisini koma fleiri útlendsk ferðafólk.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##





































