Volvo afturkallar 1.302 hybridbilar í Danmark

Volvo hevur afturkallað 1.302 plug-in-hybridbilar í Danmark vegna vanda fyri, at battaríið kann ovhitna undir løðing.

Umleið 64.000 Volvo XC40 plug-in-hybridbilar frá árgangunum 2020 til 2022 verða afturkallaðir kring heimin vegna vanda fyri, at battaríið kann ovhitna undir løðing.

Afturkallingin fevnir um Volvo XC40 T4 og T5 plug-in-hybridmodellini frá árgangunum 2020, 2021 og 2022. Í øllum heiminum eru umleið 64.000 bilar fevndir av átakinum.

Eigarar av bilunum verða bidnir um ikki at løða battaríið, fyrr enn bilurin er kannaður á einum góðkendum Volvo-verkstaði. Bilurin kann kortini framvegis nýtast, tí talan er um ein hybridbil, men Volvo mælir frá at løða battaríið.

Volvo Cars Danmark upplýsir, at afturkallingin er eitt trygdartiltak, og at tey, sum eiga bilarnar í Danmark, hava fingið boð um hetta í e-Boks.

Sambært Volvo varð trupulleikin staðfestur undir innanhýsis royndum. Bilframleiðarin sigur, at bert ein lítil partur av bilunum hevur feilin, og at eingi dømi eru um, at bilur hevur elvt til óhapp á vegnum.

Í ringasta føri kann battaríið ovhitna og í heilt serligum førum taka eld, men Volvo leggur dent á, at talan er um eina sera lítið sannlíka støðu.

 

In.fo hevur spurt seg fyri hjá Volvo-umboðnum í Føroyum, um talan eisini er um bilar í Føroyum, sum skulu kallast innaftur, men vit bíða eftir svari.

/ritzau/

 

Umleið 64.000 Volvo XC40 plug-in-hybridbilar frá árgangunum 2020 til 2022 verða afturkallaðir kring heimin vegna vanda fyri, at battaríið kann ovhitna undir løðing.