Zelenskyj fer ikki at kunngera forsetaval nú

Fyrr í dag visti Financial Times at siga, at ukrainski forsetin fyrireikar bæði forsetaval og eina fólkaatkvøðu um eina møguliga friðarætlan

Í einari útsøgn í kvøld sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, neyðugt er við einari vápnahvíld, um forsetaval skal haldast í Ukraina.

 

Ukraina hevur verið í undantaksstøðu, síðan Russland leyp á fyri skjótt fýra árum síðan, og sagt hevur eisini verið, at landsins grundlóg forðar fyri, at forsetaval kann haldast í krígstíð.

 

Fyrr í dag visti Financial Times at siga, at ukrainski forsetin fyrireikar bæði forsetaval og eina fólkaatkvøðu um eina møguliga friðarætlan.

 

Ávísin skrivaði, at Volodymyr Zelenskyj fór at kunngera hetta hin 24. februar - ella á 4-ársdegnum fyri russisku innrásini.

 

Men, í kvøld sigur ukrainski forsetin, at soleiðis verður tað ikki, og hann vísir soleiðis aftur tíðindunum í Financial Times.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur eisini í kvøld, at samráðingarnar um frið í Ukraina ikki kunnu haldast í Moskva.

 

- Hann heitir á USA og Evropa um at samlast eina felags samráðingartilgongd við Russland, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.