Ein triðingur av samlaða lønarvøkstrinum stavar frá "Fiskiveiðu og aling", har serliga lønarkrónur í botnfiskiveiðu eru vaksnar.
Tað skrivar Hagstovan í dag.
13,6 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í 2025. Hetta eru 906 milliónir, ella 7,1 prosent, fleiri lønarkrónur samanborið árið fyri.
Gongdin seinastu árini vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur, men vøksturin var tó eitt vet størri í 2025 enn undanfarin ár. Í 2024 var vøksturin 5 prosent, og í 2023 var vøksturin 6 prosent.
Av útgoldnu lønarkrónunum í 2025 áttu menn 60 prosent við 8,4 milliardum krónum. Somuleiðis áttu teir størra partin, 66 prosent, av samlaða lønarvøkstrinum, tá samanborið er við árið frammanundan.
Lønarkrónurnar hjá monnum vóru 7,7 prosent størri í 2025 enn í 2024. Hjá kvinnum var vøksturin eitt vet minni við 6,2 prosentum.
Býtt á kyn og geira, er størsti vøkstur hjá monnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir hava fingið 513 fleiri milliónur krónur útgoldnar í 2025 samanborið við 2024, sum er ein vøkstur á 9 prosent. Kvinnur høvdu størra vøksturin hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, við 211 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 6 prosent.
Størstu partar av lønarkrónum vórðu útgoldnar í almennu vinnugreinunum "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar". Tilsamans áttu tær 3,8 milliardir krónur í 2025, sum er 28 prosent av samlaðu lønunum. Lønarvøksturin samanborið við árið fyri er samlað á leið 6 prosent við yvir 210 milliónum.
"Landbúnaður, skógarrøkt og fiskiveiða" átti trið størsta lønarpartin við 1,8 milliardum krónum, sum er 13 prosent av samlaðu lønunum. Lønarvøksturin samanborið við árið frammanundan var tó størstur í hesari vinnugrein við 300 milliónum krónum ella 20 prosentum. Útgreinað sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru slakar 200 milliónir krónur ella heili 56 prosent størri í 2025 samanborið við 2024.
Búsitandi í Sandoyar øki høvdu størsta vøkstur við 16,7 prosentum. Búsitandi í Suðurstreymoyar øki høvdu minsta lønarvøkstur við 6 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
Um lønarhagtølini
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Orðalýsingar:
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"












