Óli er í uppskoti til heimsins besta unga leikara

Óli Mittún er í uppskoti saman við portugisiskum og svenskum leikara

Mynd: IHF

Óli Mittún er í uppskoti til at vera kosin heimsins besti ungi hondbóltsleikari. Hetta skrivar heimasíðan hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF. 

 

Óli er í uppskoti saman við tveimum øðrum framúr góðum leikarum.

 

Talan er um Francisco Costa hjá Portugal, og Nikola Roganović hjá Svøríki.

 

IHF dregur fram, at Óli var MVP og toppskjútti við heili 73 málum, tá Føroyar vunnu HM-bronsu í endaspælinum fyri U21-landslið. Eisini nevna teir, at Óli var toppskjútti við heili 87 málum í U19 HM-endaspælinum í 2023.

 

Tað verður ein blandað atkvøðugreiðsla, har bæði venjarar, starvsfólk hjá IHF og hondbóltsfjepparar kring heimin atkvøða.

 

Til ber hjá fólki at atkvøða millum 25. januar og 10. februar. Vit venda aftur um nakrar dagar um hvussu tað fer fram.

 

##med2##

 

Mynd: IHF

Mynd: IHF