Ein kelda, sum er tætt við samráðingarnar við amerikanska forsetan, Donald Trump, sigur við tíðindastovuna AFP, at USA og Danmark skulu endursamráðast um verjuavtaluna frá 1951 um Grønland.
Ein líknandi frágreiðing er áður komin frá politiska blaðstjóranum á Deutsche Welle, Michaelu Küfner, sum eisini vísir til ónevndar keldur.
Frágreiðingin er ikki alment staðfest. Tað hevur danska stjórnin ikki gjørt viðmerkingar til.
Avtalan - sum sambært keldunum er at samráðast um - eitur Grønlandsverjuavtalan frá 1951.
Hon er framvegis galdandi og setur karmarnar fyri amerikansku hjáveruna í Grønlandi.
Avtalan inniber, at USA, í NATO samanhangi, skal hjálpa Danmark við verjuni av Grønlandi.
USA hevur rætt til fría atgongd til allar partar av Grønlandi, men kann ikki stovna nýggjar støðir uttan samtykki frá Danmark.
/Ritzau/











