164 fólk deyð í jarðskjálvta í Venezuela

164 fólk eru deyð eftir tveir harðar jarðskjálvtar í Venezuela.

Leonardo Fernandez Viloria/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir virkandi forsetin í Venezuela, Delcy Rodríguez, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Talið er munandi hækkað síðani fyrr í dag, tá myndugleikarnir søgdu, at 32 fólk høvdu latið lív. Nærum 1000 fólk eru særd.

 

Venezuela varð rakt av tveimum jarðskjálvtum náttina til hósdag føroyska tíð. Teir máldu 7,2 og 7,5 og raktu norðara part av landinum vestan fyri høvuðsstaðin Caracas.

 

Skjálvtarnir komu við minni enn einum minutti ímillum, og síðani hava fleiri enn 20 eftirskjálvtar verið.

 

Í Caracas eru bygningar rapaðir, og fleiri hava mist streym og internetsamband.

 

##med2##

 

Kelda: Ritzau/AFP

 

 

Leonardo Fernandez Viloria/Reuters/Ritzau Scanpix

Jacinto Oliveros/AFP/Ritzau Scanpix