Undan ólavsøku er nógv stákan, og nógv sum skal fáast uppá pláss. Í Javna gera tey sítt fyri at Havnin verður snøgg og ruddilig, til gleði fyri tey mongu sum fara at halda ólavsøku. Skipað verður fyri ruddingardøgum. Tað eru borgarar sum bera brek, og búgva á ymiskum stovnum í Havn, sum fara at rudda vegir og gøtur. Aftaná fáa tey ein betri bita.
Farið verður út at rudda hálvan til seint í juli. Ætlanin er at rudda fimm ferðir í ymiskum bólkum, og á ymiskum støðum í Havnini. Væntandi verða tey 10-20 fólk, umframt starvsfólk í Javna.
Endamálið er at skipa fyri einum jaligum átaki, soleiðis at tey sum rudda merkja at tey gera ein mun í samfelagnum, og tað hevur stóran týdning.
- Hetta gevur teimum eina kenslu av at hjálpa til, tað sigur Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna.










