Tað sigur Hergeir Staksberg, sum er farin úr nevndini hjá Starvsfelagnum. Hann skrivar soleiðis á Facebookvanga sínum:
»Tí fór eg úr nevndini hjá Starvsfelagnum
Eftir meira enn 4 ár í nevndini hjá Starvsfelagnum havi eg valt at fara úr nevndini.
Eg ætlaði ikki at koma nærri inn á orsøkina. Men nú hava fleiri limir dagliga spurt meg um orsøkina, og tá gjøgnumskygni er eitt av grundvirðunum hjá Starvsfelagnum, fari eg at geva eina stutta frágreiðing.
Eg fór ikki, tí eg ikki hevði meira at geva ella var troyttur av arbeiðinum. Eg fór, tí eg ikki longur hevði álit á formanninum. Tað var ikki orsakað av einari einstakari hending, men av einum afturvendandi mynstri yvir longri tíð, sum gjørdi at álitið spakuliga minkaði niður í onki.
Álit er ein grundleggjandi fortreyt fyri nevndararbeiði. Og tá álitið á formannin var vekk, bleiv arbeiðslagið og arbeiðsumhvørvið so mikið vánaligt, at nevndararbeiðið til endans var meira møði enn føði. Tí valdi eg at fara úr nevndini.
Eg vil fegin takka limunum fyri álitið hesi árini, og eg ynski teimum og Starvsfelagnum alt tað besta framyvir. Eisini ynski eg Tanyu Joensen góða eydnu við nevndararbeiðinum.«
Súni Selfoss váttar fyri Kringvarpinum, at Hergeir Staksberg hevur boðað nevndini frá, at hann tekur seg úr nevndini og hevur grundgivið fyri orsøkini. Men Súni Selfoss ynskir ikki at viðmerkja tað.










