17 eru dripin í Gazageiranum í dag

- Vit hava beint fyri terroristum og hava funnið stórar vápnagoymslur, sigur ísraelski herurin.

Í dag eru í minsta lagi 17 fólk dripin í ísraelskum álopum í Gazageiranum.

 

Tað siga myndugleikarnir í Gaza sambært tíðindastovuni, NTB.

 

- Líkini av deyðum eru heintað úr flóttafólkaleguni, Nuseirat, miðskeiðis í Gazageiranum. 

 

Hetta veit tíðindastovan Wafa at siga, sum er undir eftirliti av Hamas.

 

Ísraelski herurin (IDF) hevur eina aðra søgu at siga um hendingarnar í dag.

 

- Vit hava beint fyri terroristum og hava funnið stórar vápnagoymslur, sigur IDF.