Roknitilfar úr Eysturskúlanum givið út

Roknitifar, ið roknilærararnir í Eysturskúlanum hava gjørt og brúkt seinastu fimm árini eru nú givið út. Talan er um 10 av teimum rokniheftunum, ið hava verið nógv brúkt og sera væl dámd av næmingum í grunddeildini.

 

Hetta skrivar Eysturskúlin á síni heimasíðu og á sínum vanga á facebook.

 

Rokniheftini kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Bókamiðsøluni: https://bms.fo/

 

Tit kunnu ætla at vit eru errin av okkara dugnaligu lærarum og fegnast um, at onnur nú eisini kunnu fáa gleði av hesum litríka og vældámda tilfari, sum vit hava navngivið “kom og rokna”, skrivar Eysturskúlin. 

 

Myndir eru í myndasavninum og leinki er her: https://eysturskulin.fo/506