Skálafjørðurin rennur undan botninum

Tað endaði javnt, tá ið B68 í regni og vindi vitjaði undir Mýruhjalla á Skála

Tað endaði 1-1, tá ið Skála og B68 undir Mýruhjalla á Skála spældu fyrsta dystin í 16. umfari í landskappingini. Úrslitið ber við sær, at Skála hevur 14 stig, og at B68 hevur 11 stig. Tað eru fýra stig frá B68 aftur til EB/Streym, sum er næstaftast við sjey stigum. Aftast er ÍF við trimum stigum. Leygardagin hittast ÍF og EB/Streymur í Fuglafirði.

 

Tað varð nógv lagt fyri, Báðir parar vístu góðan hugburð, og spælararnir ofraðu seg fulg ot heilt í mongu nærdystunum.

 

Toftamenn løgdu seg á odda, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. Vongverjin í høgru Fríði í Túni Petersen átti innleggið, og úr stuttari fjarstøðu var tað Bárður Ó. Jensen, sum í kvøld var á miðvøllinum, sum heilfluktaði bóltin í málið.

 

Sum tíðin leið legði heimaliðið nógv fyri í royndini at javna. Tað vóru fleiri spentar støður í og kring brotsteigin hjá B68, og onkrar ferðir var talan um góðar málmøguleikar, men Tórður Thomsen var sera stinnur millum stólparnar.

 

Leingi sá tað út til, at tað fór at eydnast B68 at varðveita leiðsluna, men sjey minuttir undan leikloki eydnaðist tað Skála at javna. Miðverjin Jákup Jakobsen legði við flatari sending bóltin fram í høgru. Carlos Ferreira, sum varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, rann frá verjuni, og tá ið hann var komin í brotsteigin í høgru, setti hann bóltin framvið B68 málverjanum og í netið.

 

Síðstu løtuna royndu báðir partar at skora sigursmálið, og tað vóru spentar støður í báðum endum, men tað kendist sum um, at tað tá fyrst og fremst ráddi um ikki at missa javnleikin.

 

 

 

Skála – B68 1-1 (0-1)

 

0-1: Bárður Ó. Jensen 19.

 

1-1: Carlos Ferreira 83.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus Hellisdal, Kristian Martin Jacobsen, Djóni Petersen – Marjus Nón, Nicola Dohn, Karl Martin Johansen, Dávid Johansen – Ragnar Skála

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Bárður Ó. Jensen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Andreas Pettersen