Hetta var so ekstremt vánaligt

– Generelt var hetta nógv tann vánaligasta dømingin, ið eg nakrantíð havi verið vitni til. Hetta var so ekstremt vánaligt, at sannleikin er tann, at onkur átti at hugt nærri at hasin dómaraavrikinum.

 

Soleiðis sigur formaðurin í starvsnevndini hjá NSÍ, Karstin Joensen, við dimma.fo í sambandi við dystin millum NSÍ og KÍ fríggjadagin

Fólk í NSÍ leguni vóru alt annað enn nøgd við dømingina hjá Kára á Høvdanum fríggjadagin. Ein maður, ið fór ov langt, var ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes. Starvsnevndarformaðurin hjá NSÍ heldur, at Dimmalætting í staðin átti at skrivað um dómaraavrikið, ið var “heilt út av lagi vánaligt”.

Lesið greinina í Dimmalætting: Kári á Høvdanum: - Hatta var ikki í lagi