Hetta er tíðin, tá næmingar fáa prógv, og nógvar húgvuveitslur eru kring um landið.
Í nátt fekk løgreglan eina heldur øðrvísi uppgávu, tá fólk ringdu úr Hoyvík.
- Vit fingu at vita, at ein fullur maður gekk kring um í urtagørðum og umhvørvinum har um leðiir.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tey fóru á staðið og funnu mannin.
Tað vísti seg, at hann hevði verið í einari húgvuveitslu.
- Maðurin var farin út at fáa sær fríska luft, men fann ikki húsini aftur, har veitslan var.
Løgreglan sigur, at tað eydnaðist at fáa mannin upp á pláss aftur, og so var tað málið loyst.