Móður, faðir og sonur vinna bridgelandsdystir

– á hvør sínum liði. Carl Mikkelsen og sonurin Arne Mikkelsen vunnu báðir mánadagin hvør sín landsdyst í EM í bridge í Herning.

Faðurin, Carl Mikkelsen, og sonurin, Arne Mikkelsen, læra hvønn annan eftir hvør sín sigur mánadag

Carl á veteranlandsliðnum og Arne á besta landsliðnum. Mamman, Arnleyg, vann sunnudagin landsdyst á kvinnulandsliðnum.

Tey trý bridgelandsliðini eru við til EM-kapping í Herning.

Carl Mikkelsen úr Hoyvík lærdi bridge í 1973, júst heimkomin úr Danmark og hevur síðani verið virkin bridgespælari og er nú á veteranlandsliðnum. Arnleyg og sonurin Arne lærdu bridge siðst í 80-unum. Arnleyg er á kvinnulandsliðnum og Arne á opnum liði, sum er besta landsliðið.

Carl hevði Arna við sær í Bridgehúsið, tá Arne var 14 ára gamal.

 

##med2##

Og væl hevur hilnast. Arne Mikkelsen er ein av stinnastu bridgespælarum í landinum og hevur vunnið eitt ótal av FM-heitum.

Sunnudagin var hann á besta liðnum, sum vann 20-0 á Grikkalandi, sum er størsti sigur í til ber at vinna og er samstundis fyrstu ferð Føroyar hava vunnið so nógv í einum bridgelandsdysti.

EM-kappingin er komin í helvt og endar hósdagin.

 

Faðurin, Carl Mikkelsen, og sonurin, Arne Mikkelsen, læra hvønn annan eftir hvør sín sigur mánadag

Móðurin Arnleyg – her longst til høgru saman við Mariu V. Hansen og Marjun Restorff - er á kvinnulandsliðnum og var at vinna sunnudagin.