Leitaðu eftir málunum í Klaksvík

1. DEILD: Tað endaði málleyst, tá ið FC Hoyvík í kvøld vitjaði KÍ

Undan FC Hoyvík vitjanini í Klaksvík í kvøld var FC Hoyvík á tíggjunda plássi við átta stigum, og KÍ var á áttanda plássi við 14 stigum.

 

Úrslitið í fyrsta dystinum á nýggja graslíkinum í Klaksvík í kvøld var málleysur javnleikur. Úrslitið ber við sær, at fjarstøðan millum hesi bæði liðini er tann sama, men nú er FC Hoyvík á níggjunda plássi.

 

HB og FC Hoyvík hava níggju stig. Málmunurin hjá FC Hoyvík er -26, og málmunurin hjá HB er -27.

 

KÍ er á áttanda plássi við 15 stigum og málmuninum -12.

 

Felags fyri KÍ og FC Hoyvík í kvøld var, at tað eydnaðist at vinna fleiri spentar støður og eisini málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í netið. Málið hjá KÍ vardi Ári í Haraldstovu Petersen, sum hevði onkra góða bjarging, og málið hjá HB vardi nýggi málverjin Alexander Kostow, sum fyri fyrstu ferð var FC Hoyvík málverji, tá ið tað leygardagin endaði 1-1 á heimavølli ímóti TB.