Hin sætti, sum hevur latið lív í herviliga vatnfloyminum í Sveis, er funnin í Tincino, sum er í landsynningspartinum av landnum.
Persónurin varð funnin í sonevnda Maggia-dalinum, har ein annar prsónur eisini var funnin deyður í gjár.
Bjargingarlið noyddust at brúka bjargingartyrlur fyri at bjarga líkunum.
Alpu-økið er rakt av herviligasta vatnfloymi síðan ár 2000, tá 13 fólk lótu liv í einum skriðulopi, sum oyðilegði bygdina, Gondo.
Í Tincino eru fimm fólk deyð, og landsluturin er hin harðast rakti av herviliga illveðrinum og vatnfloyminum.
Nógv fólk eru flutt burtur í Valais, tá áirnar fóru upp um áarbakkarnar, og her varð ein maður funnin deyður í einum hotelkjallara.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi úr Sveis tíðliga í kvøld.