Lettland viðurkennir samkynt parlag

Lívið hjá nógvum fólkum verður broytt á ein jaligan hátt, sigur NGO-leiðarin um lettiska tiltakið.

Maksims Ringo og Janis Locs eru fyrsta parið, sum eru skrásetir í parlag í Lettlandi. - Mynd: Janis Laizans/Reuters

Lettland loyvir samkyndum pørum fyri fyrstu ferð at verða lógliga viðurkend.

Hetta er gjørt við lóg, sum ger tað møguligt hjá bæði tvørkyndum og samkyndum pørum at skráseta sítt parlag.

Lógin kom í gildi í dag.

LGBT+ bólkar halda, at broytingin er eitt framstig.

– Lógarbroytingin við parlagslógini er eitt týðandi signal um, at allar familjur í Lettlandi eru vardar, virðismettar og viðurkendar, sigur Kaspars Zalitis, sum stendur á odda fyri bólkinum Partners for Life, í eini fráboðan.

– Henda løtan, sum vit leingi hava bíðað eftir, fer at broyta lívið hjá mongum á ein jaligan hátt.

Danmark var fyrsta landið í heiminum, sum loyvdi skrásettum parlag millum tvey av sama kyni. Tað hendi í 1989.

23 ár seinni - tann 15. juni 2012 - fingu samkynd pør møguleika at giftast og eisini giftast í fólkakirkjuni.

Í Føroyum kundu fólk av sama kyni giftast borgarliga 1. juli í 2017. Tey kunnu ikki giftast í fólkakirkjuni.

Fyrr í juni gjørdist greitt, at Thailand í næstum verður triðja asiatiska landið ella økið, sum viðurkennir samkynd hjúnalag. Hini eru Nepal og Taivan.

AFP

 

Maksims Ringo og Janis Locs eru fyrsta parið, sum eru skrásetir í parlag í Lettlandi. - Mynd: Janis Laizans/Reuters