Hagstovan skrivar, at
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í mai vóru 30.377 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 448 starvsfólk, ella 1,5 prosent, fleiri enn fyri ári síðani.
Í mai vóru um 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 290, ella 1,9 prosent, fleiri menn, og 160, ella 1,1 prosent, fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør.
Stórar kommunur hava størsta vøkstur
Tórshavnar kommuna átti um 45 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Harumframt er talið av starvsfólkum serliga vaksið í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu. Lutfalsliga var vøksturin tó størstur í Hovs kommunu við 25 prosentum.
Samanborið við sama mánað árið fyri, er starvsfólkatalið minkað í níggju av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar kommunu.
Starvsfólkatalið vaksið tvørtur um landið
Býtt á tey sjey økini, sæst at starvsfólkatalið er vaksið í seks av hesum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Tað einasta øki, sum ikki hevði vøkstur, var Norðstreymoyar øki, har talið er óbroytt.
Lutfalsliga var vøksturin størstur í Eysturoyar øki við 2,4 prosentum. Í tali vóru tó flest løgd aftur at Suðurstreymoyar øki.











