38.945 hava valrætt í dag

Verður valluttøkan sum hon plagar, so sita 12.852 av teimum heima.

At fólkatingsval ikki hevur sama áhuga sum løgtingsval er sjón fyri søgn.

Taka vit miðalvalluttøkuna til seinastu 8 fólkatingvalini, so liggur hon um 67 prosent. 

Til løgtingsval er tilsvarandi miðaltaliði 89 prosent. Tað hevði merkt, at 4.284 fólk ikki høvdu farið á val.

Talið av veljarum er hesaferð 552 hægri enn á seinasta fólkatingsvali, sum var 31. oktober í 2022.

Valhølini lótu upp klokkan níggju í morgun, og tey eru opin til klokkan 20 í kvøl, og so leingi, sum veljarar standa í kø uttan fyri valhølini.

Fimm flokkar stilla upp. Framsókn hevur gjørt av ikki at stilla upp, og Sjálvstýri sleppur ikki at stilla upp, tí flokkurin ikki er umboðaður í Løgtinginum.

 

57 fólk stilla upp til fólkatingsvalið, 18 kvinnur og 57 menn.