Felagið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin hevur verið út fyri nøkrum sera margháttligum.
Í november í fjør var innbrot á høvuðsskrivstovuni hjá felagnum í Berlin. Millum lutirnar sum saknaðust var meistaraskapssteypið - ella meistaraskapsskjøldurin - Füchse Berlin vann í fjør summar á fyrsta sinni í søgu felagsins.
Løgreglan handtók tveir mans, ið vóru undir illgruna at fremja innbrotið. Hetta var í januar í ár, men har funnu tey ikki meistaraskapssteypið.
Men nú hava starvsfólk hjá Füchse Berlin funnið meistaraskapssteypið í kjallaranum á høvuðsskrivstovuni hjá felagnum. Tað vísti seg, at tjóvarnir, ið framdu innbrotið í november í fjør, høvdu lagt gripin til síðis, tí teir høvdu ætlanir um at koma eftir honum seinni. Men tað bleiv - lukkutíð fyri felagið hjá Hákuni - ongantíð fullført, og nú er gripurin tøkur aftur hjá berlinarunum, ið eru sera fegnir um fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins.











