Vinnuhúsið boðar frá, at sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum eru settar í gongd. Mánadagin 23. mars handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hvørjum øðrum síni krøv og settu harvið hol á komandi samráðingarrundu.
Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Næsti samráðingarfundur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini verður mikudagin 8. apríl.
Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni.
Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini ganga út 1. mai 2026.
Les meira um samráðingarnar her











