540 fyrireika seg at rógva kapp í Vestmanna

Kappróður: Líkindini at rógva kapp á Fjarðastevnu eru hampuliga góð

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Ársins fjórði FM kappróður verður í dag. Tað er Fjarðastevna í Vestmanna, har tað er FM kappróður annaðhvørt ár. Annaðhvørt ár skiftast Skála og Strendur um at vera vertur fyri Fjarðastevnu.

 

Tilsaman telja manningarnar 540 røðarar ella umleið eitt prosent av samlaða fólkatalinum í landinum. Av teimum manna 140 kappingina í barnaróðri.

 

Fyrra innleiðandi umfari í barnarórðinum hjá gentum verður klokkan 13.30, og síðsta startskotið er sett at vera klokkan 17.40, tá ið 5-mannaførini við kvinnum fara at rógva.

 

Líkindini at rógva kapp í Vestmanna vera søgd at vera góð. Sum myndin vísir, so hevur tað verið eitt sindur tjúkt fyrrapartin, men tað er við at klárnað. Hann er útnyrðingur og vindferðin er umleið seks metrar um sekundið. Hitin er 9 stig, og tað verður turt.

 

Mynd: Birgir Waag Høgnesen