Áleið 500 næmingar úr øllum Føroyum verða býtt í 102 lið, og kunnu velja ímillum tríggjar breytir: “Tann hóvliga breytin”, “tann Garvilla breytin” ella “Bóltabreytin”. Og so fáa tey eitt kort yvir Gundadal og teirra avbjóðingar.
Tøl tala
- Henda seinasta stevnan í ár er endabresturin á enn einum frálíkum Skúlaleikaárið, og vit eru ovurfegin um luttøkuna aftur í ár. Tað er ein sólskinssøga, at heili 20 ítróttagreinar nú eru partur av Skúlaleikum. Tøl tala og bera boð um, at Skúlaleikir eiga at vera komnir fyri at vera. Vit vilja takka okkara framúr samstarvspørtum og stuðlum. Betri Samtakið hevur øll árini verið høvuðsstuðul, og hetta er altavgerðandi fyri, at vit í Ítróttasamband Føroya kunnu skipa Skúlaleikir saman við okkara samstarvspørtum, sum eru: Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.
Pool, dart og boksing eru við fyri fyrstu ferð
16 ymiskar ítróttagreinar bjóða seg fram til stevnuna fyri 7. flokkar í morgin, og hartil koma umboð frá løgregluni og sløkkiliðnum, sum eisini fara at skipa tvær avbjóðingar. Vit gleða okkum til felagsskap og rørslugleði fyri næmingar í 7. flokki. Og vit gleða okkum til at hittast tvørtur um oyggjar og royna nýggjar avbjóðingar sum dart, boksing og pool, sum eru heilt nýggjar greinar í Skúlaleikahøpi.
Skúlaleikir byrja kl. 9.30 í Høllini á Hálsi og fram til kl. 13.30 fara næmingar at renna runt í øllum Gundadali.
Hesar eru ítróttagreinarnar eru við:
- Dart
- Pool
- Boksing
- Fimleikur
- Judo
- Parasport
- Klintring
- Styrki
- Rógving
- Frælsur
- Taekwondo
- Fótbóltur
- Kurvabóltur
- Badminton
- Tennis
- Flogbóltur
- Sløkkilið
- Politi
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Felagsskapur og rørslugleði fyri øll














