- Mín yrkisleið er long, men eg havi framvegis tað kreativa forvitni, so eg haldi fram at arbeiða við tingum, eg haldi vera stuttlig, sigur Björn Ulvaeus, kendur úr svenska bólkinum ABBA

ABBA-stjørna: - Eg fari at doyggja í stivlum

Fyri 54 árum siðan sá svenski tónleikabólkurin ABBA dagsins ljós, og bara tvey ár seinni gjørdist bólkurin kendur, tá tey vunnu Eurovision Song Contest við lagnum, Waterloo

- Mín yrkisleið er long, men eg havi framvegis tað kreativa forvitni, so eg haldi fram at arbeiða við tingum, eg haldi vera stuttlig, sigur Björn Ulvaeus, kendur úr svenska bólkinum ABBA

Sjálvt eftir eina langa yrkisleið, hevur 80 ára gamli, Björn Ulvaeus, kendur úr svenska bólkinum ABBA, ongar ætlanir um at gevast.

 

Tað vóru fleiri spentir og forvitnir norðmenn í miðbýnum í Oslo seinnapartin í gjár, tá Björn Ulvaeus kom um hesar leiðir.

 

Hann var í norska høvuðsstaðnum í sambandi við frumsýning av "Pippi í sirkus", sum Björn Ulvaeus hevur verið við til at skapt.

 

Sum listafólk, tó mest kendur úr bólkinum ABBA, fekk hann hátíðarliga móttøku, tá hann nærkaðist inngongdini til Det Norske Teatret, har frumsýningin skuldi vera.

 

Norska TV2 hitti hann, og her varð eitt nú tosað um tíðina við ABBA og framtíðarætlanir.

 

- Mín yrkisleið er long, men eg havi framvegis tað kreativa forvitni, so eg haldi fram at arbeiða við tingum, eg haldi vera stuttlig, sigur hann.

Men, hevur tú ætlanir um at pensjónera teg í nærmastu framtíð, spurdi TV2.

 

- Nei, eg vænti, at eg fari at doyggja í stivlum, sigur hann brosandi.

 

Tað var fyri 54 árum siðan, at svenski tónleikabólkurin ABBA sá dagsins ljós, og bara tvey ár seinni gjørdist bólkurin kendur, tá tey vunnu Eurovision Song Contest við lagnum, Waterloo.

 

- Vit høvdu ikki væntað, at hetta skuldi gerast so stórt tá. Vit hugsaðu, tá vit vunnu, at hetta kanska fór at geva okkum nøkur ár í tónleikalívinum.

 

Í samrøðuni við TV2.no ásannar Björn Ulvaeus, at árini nú eru vorðin fleiri enn 50, og hann er framvegis aktivur, tó at hann í dag er 80 ára gamal.

 

Ein størri grein við svensku tónleikastjørnuna kann lesast á www.tv2.no

 

##med2##

 

 

 

- Mín yrkisleið er long, men eg havi framvegis tað kreativa forvitni, so eg haldi fram at arbeiða við tingum, eg haldi vera stuttlig, sigur Björn Ulvaeus, kendur úr svenska bólkinum ABBA

Tað var fyri 54 árum siðan, at kendi svenski tónleikabólkurin ABBA sá dagsins ljós