- Jú, eg eri sera errin av at vera omma løgmann, eins og eg hesi árini havi verið sera errin av at vera mamma løgmann, sigur Johild Johannesen. Myndina tók Álvur Haraldsen

Hon var mamma løgmann – nú er hon omma løgmann

- Eg eri ógvuliga góð við ommusonin, og eg vóni, at alt fer at gangast bæði honum og nýggju landsstýrissamgonguni væl, sigur Johild Johannesen

 

- Jú, eg eri sera errin av at vera omma løgmann, eins og eg hesi árini havi verið sera errin av at vera mamma løgmann, sigur Johild Johannesen. Myndina tók Álvur Haraldsen

- Eg eri ikki ovfarin av, at ommusonurin endaði á ovastu rók sum løgmaður við øllum teimum góðu eginleikunum, hann hevur.

 

Tað sigur omman løgmann, Johild Johannesen - og mamma Aksel V. Johannesen, sum mánadagin læt bróðursoninum lyklarnar til løgmansskrivstovuna.

 

Í dag er hin 78 ára gamla omma løgmann og mamma nýggja fíggjarmálaráðharran, Aksel V. Johannesen.

 

- Jú, eg eri sera errin av at vera omma løgmann, eins og eg hesi árini havi verið sera errin av at vera mamma løgmann, sigur Johild Johannesen.

 

Sum 15 ára gomul møtti hon Vilhelmi Johannesen, og maður mostur hennara, Poul Jacob Olsen, sáli, var eisini løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

- So, javnaðarhugsjónin liggur ógvuliga djúpt í mær, og hon verður ikki svikin, ásannar Johild Johannesen, sum VikuskiftisSosialurin hevur skift orð við.

 

Um Beinir Johannesen sigur hon soleiðis:

 

- Eg eri ógvuliga góð við ommusonin, og eg vóni, at alt fer at gangast bæði honum og nýggju landsstýrissamgonguni væl, sigur Johild Johannesen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við ommu núverandi løgmann og mammu undanfarna løgmann.

 

 

 

 

 

- Jú, eg eri sera errin av at vera omma løgmann, eins og eg hesi árini havi verið sera errin av at vera mamma løgmann, sigur Johild Johannesen. Myndina tók Álvur Haraldsen