Á ólavsøku er blíðskapur allastaðni

- Tað besta við ólavsøkuni er øll fólkini, sum koma inn á gólvið, og sum man hittir, allur blíðskapurin, sum er allastaðni - og so veitslurnar!

Fert tú á ólavsøku í ár? 

 

- Eg búgvi í miðbýnum í Havn, so eg eri altíð her á ólavsøku.

 

Tað sigur Brynhild Thomsen. 

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?   

 

- Øll fólkini, sum koma inn á gólvið, og sum man hittir, allur blíðskapurin, sum er allastaðni - og so veitslurnar!

 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?    

 

- Ólavsøka er tað, sum tú ger hana til sjálv. 

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?  

 

- Ja. Ta ólavsøkuna, tá allur býurin var ein stórur sjónleikapallur. Sjórænarar í sýnisgluggum kring allan býin og ymiskt annað, sigur Brynhild Thomsen.

 

Lesið eisini: Kona mín fann meg á ólavsøku

 

https://www.in.fo/news-detail/kona-min-fann-meg-a-olavsoeku