Ólavsøkan í 1985 stendur fremst í minninum

- Yngsti sonurin varð borin í heim, og grind var deyð í Vestmanna, har tað eydnaðist okkum at fáa ein heilan hval, sigur Kári P. Højgaard


1) Fert tú á ólavsøku?  

2) Plagar tú at vera á ólavsøku?  

3) Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

4) Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

5) Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?  

 

Fert tú á ólavsøku?   

 

Um veðrið er gott, verður helst vitjað ein túr í høvuðstaðnum á ólavsøku.

 

Tað sigur Kári P. Højgaard.

 

Hann vísir á, at sum fyrrverandi løgtings-og landstýrismaður var  partur av arbeiðnum at luttaka í skrúðgonguni úr løgtinginum oman í Havnar kirkju. 

 

- Men, seinastu árini hevur luttøkan á ólavsøku verið tengd at veðurvánunum.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

 

- Tað besta við tjóðarhátíð okkara er, at fólk úr øllum landinum savnast til gaman og álvara. Merkið veitrar á hvørjari stong kring landið, og vit kenna felagskap og samanhald. 

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?   

 

- Ólavsøkan í 1985 er tann, sum stendur mær fremst í minni. Ólavsøkuaftans morgun varð yngsti sonur okkara borin í heim.

 

Og Kári P. Højgaard leggur aftrat: 

 

- Grind var deyð í Vestmanna, og hendan seinrapartin eydnaðist okkum at fáa ein heilan hval og gott kappróðrarúrslit.

 

At enda ynskir fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaðurin øllum eina góða ólavsøku.