Tað var Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann ólavsøkusigurin, tá ið gentur 14-16 ár kappaðust, og sigurin ber við sær, at Drekin eisini er FM vinnari. Drekin og Firvaldur av Tvøroyri róðu í finalu um FM heitið, og tá ið bátarnir endaðu við 44 stigum, so var tað Drekin, sum tryggjaði sær FM heitið.
Talan var um sera spennandi kapping. Firvaldur var fremstur eina løtu, og so skifti tað, men fram ímóti málinum var talan um øgiligan endaspurt. Firvaldur sá út til at vera undan, men so var tað við framúr endaspurti, at Drekin tók fremsta plássið og harvið vann bæði á ólavsøku og í FM.
| 1 | Drekin (HR) | 05:14.20 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Firvaldur (FSR) | 05:14.48 | +00.56 | 6 | ||
| 3 | Gulin (HR) | 05:17.03 | +02.66 | 5 | ||
| 4 | Pílur (RK) | 05:20.14 | +05.88 | 4 | ||
| 5 | Ørnin (SÍF) | 05:22.24 | +08.08 | 3 | ||
| 6 | Broddur (Sumba) | 05:33.10 | +18.80 | 2 |
| 1 | Drekin (HR) | 7 | 44 | ||
| 2 | Firvaldur (FSR) | 7 | 44 | ||
| 3 | Gulin (HR) | 7 | 29 | ||
| 4 | Pílur (RK) | 7 | 28 | ||
| 5 | Ørnin (SÍF) | 7 | 26 | ||
| 6 | Stubbin (KSR) | 5 | 14 | ||
| 7 | Broddur (Sumba) | 6 | 7 | ||
| 8 | Æðan (AR) | 1 | 2 |
rsf.fo











